Í Heimatænastuni í Vágum er eitt starv sum skrivstovufólk leyst at søkja. Starvið skal setast tann 1. nov. 2015 ella skjótast gjørligt. Starvsbrøkurin er 30 tímar um vikuna. |
Starvsøkið hjá Heimatænastuni í Vágum eru bygdirnar Mykines, Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Miðvágur og Sandavágur.
Starvið: Heimatænastan bjóðar eitt áhugavert starv við dagligum umsitingarligum uppgávum, eins og samskifti við, og kunning til borgarar og stovnar
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av móttøku, alt vanligt skrivstovuarbeiði, skrivarauppgávur, rættlestur, hagtalsskráseting og samskifti við borgarar, avvarðandi og aðrar myndugleikar, sum Heimatænastan hevur samband/samstarv við.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu
??? hava útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra líknandi útbúgving og royndir innan almenna fyrisiting
vera nærlagdir, hava ábyrgdarkenslu og skulu duga at arbeiða sjálvstøðugt
??? duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
??? hava góðan telduførleika og royndir innan journalisering
??? vera fyrikomandi, álítandi og geva íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi
??? hava góð samstarvsevni og tola broytingar
.
Setanar??? og lønartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið .
Umsókn: Umsóknir við prógvum og c.v verða at senda til: Heimatænastuna, Kálvalíðvegi 1, 370 Miðvági. Ella á teldupostin: [email protected].
Seinasta freist at søkja starvið er 20.10.2015.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Heimatænastuna í Vágum á tlf. 79 32 00 yrkadagar millum kl. 0900 -1500
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald