Á Heimatænastuni í Vágum er eitt starv sum skrivstovufólk leyst at søkja. Starvið skal setast tann 1. sept. 2015 ella skjótast til ber. Starvsbrøkurin er 30 tímar um vikuna. |
Starvsøkið hjá Heimatænastuni í Vágum eru bygdirnar Mykines, Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Miðvágur og Sandavágur.
Starvið: Heimatænastan bjóðar eitt áhugavert starv, við dagligum umsitingarligum uppgávum, eins og samskifti við, og kunning til borgarar og stovnar
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av mótøku, alt vanligt skrivstovuarbeiði, skrivarauppgávur, rættlesing, hagtalsskráseting og samskifti við borgarar, avvarðandi og aðrir myndugleikar, sum Heimatænastan hevur samband/samstarv við.
Førleikakrøv:
Vit vænta av tær at tú:
??? Hevur útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra líknandi útbúgving og royndir innan almenna fyrisiting
Ert nærlagdur, hevur ábyrgdarkenslu og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
??? Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
??? Hevur góðan telduførleika og royndir innan journalisering
??? Ert fyrikomandi, álítandi og gevur íkast til eitt gott arbeiðsumhvørvi
??? Hevur góð samstarvsevni og tolir broytingar
Setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskiftir eru millum KAF og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Heimatænastan í Vágum og dagliga arbeiðsplássið er á Sýnini við tilvísing til leiðaran.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 793201
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvum, upplýsing og royndum verður at senda til:
Heimatænastan í Vágum
Kálvalíðvegur 2
370 Miðvágur
Ella á teldupost: [email protected]
Umsóknarfreist: 04. August 2015
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald