Vinna

Skrivstovufólk til Vága kommunu

....

2015-10-16 22:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna søkir eftir skrivstovufólki at byrja tann 02. november 2015, ella skjótast gjørligt.

Talan er um tíðaravmarka starv í eitt ár, setanarbrøkurin er 3/4.

Høvuðsuppgávan er at føra og hava ábyrgdina av journalini hjá Vága kommunu.

Arbeiðsuppgávurnar fevna harumframt eisini um alt vanligt skrivstovuarbeiði í kommunalu umsitingini, m.a. móttøku, telefonavgreiðslu, fólkayvirlit og aðrar uppgávur.

??tbúgving og royndir

· Kunnleiki til Sbsys og Notes journalskipanir

· Royndir innan og kunnleika til kommunala / almenna fyrisiting

Persónligir eginleikar

· Góð samstarvs- og samskiftisevni

· Megnar at arbeiða sjálvstøðugt

· Framsøkin og fleksibul

· Tænastusinni og nærlagni

· Álítandi og nærlagdur

· Skal tola boytingar í starvinum

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

Journalførarin hevur tilvísing til skrivaran.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á tlf. 794410 ella skrivaran á tlf. 344403.

Umsókn:

Skriftlig umsókn, saman við avriti av prógvum, CV???i og møguligum viðmælum, skal verða Vága kommunu, Hammershaimbsvegi 1, 360 Sandavági ([email protected]) í hendi, í seinasta lagi 30. oktober 2015.

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Vága kommuna sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder