Vinna

Skrivstovufólk til Sjóvinnustýrið

...

2017-05-02 08:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjóvinnustýrið søkir eftir einum skrivstovufólki til umsitingina. Talan er um hálvdagsstarv allar yrkadagar.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

· Kundamóttøku

· Bókhald

· Journalisering

· Aðrar fyrifallandi uppgávur

??tbúgvingarkrøv:

Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

Vit vænta at:

· tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur

· tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/ur

· tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur

· tú ert opin og positiv/ur av lyndi

· tú hevur góðan telduførleika

· tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

Tað er ein fyrimunur, tó ongin treyt, at umsøkjarin hevur royndir við Búskaparskipan Landsins, journalskipanini 360 og innan almenna fyrisiting.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvsstaður er Sjóvinnustýrið í Vágum. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknir:

Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 22. mai 2017, kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:

Sjóvinnustýrið, á Hálsi 1, FO-380 Sørvágur ella [email protected]

Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Christel Christoffersen tlf. 355600 ella [email protected]

Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhappum og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder