Fótbóltssamband Føroya søkir eftir móttøkufólki til skrivstovuna á Tórsvølli. Talan er um 1-ára farloyvisstarv við starvsbyrjan 1. november 2016.
Umframt at hava ábyrgd av móttøku og telefonavgreiðslu, verður tú týðandi partur av fyrisitingardeild FSFs. Fyrisitingardeildin avgreiðir fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við heimligu fótbóltskappingarnar, menning og útbúgvingar, samskifti og kunning, umframt vanligar skrivara- og skrivstovuuppgávur.
Førleikar
Tú skalt hava miðnámsprógv, skrivstovuútbúgving ella líknandi, hava góðan telduførleika og skalt kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við tínum nýggju starvsfelagum.
Tú verður partur av einum livandi altjóða umhvørvi, har arbeiðstíðirnar til tíðir eru sera skiftandi. Tú skalt tí hava góðar málsligar førleikar, og skalt kunna arbeiða undir stórum trýsti til tíðir.
Løn sambært avtalu.
Freist
Freistin at søkja starvið er 15. oktober. Umsóknir skulu sendast við telduposti til [email protected]. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Virgar Hvidbro, aðalskrivara, tel. 29 19 75.
Høvuðsendamál Fótbóltssamband Føroya er at fyriskipa fótbóltskappingar og fótbóltstiltøk, og støðugt menna, stuðla og vekja áhuga fyri fótbóltsspælinum. 5.200 virknir fótbóltsleikarar eru í Føroyum og uppaftur fleiri fylgja liðunum. Fótbóltur er tí týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum familjum og føroysku miðlunum. FSF varð stovnað í 1979, og í dag arbeiða 12 starvsfólk í umsitingini hjá FSF umframt venjarar og onnur hjálparfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald