Vinna

Skrivstovubygningurin hjá Varðanum Pelagicer tikin í brúk

...

2016-12-30 09:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Varðin skrivar:

Varðin Pelagic byrjaði sítt virksemi á sumri í 2012. Tað hevur gingið væl hjá felagnum, og er virkið útbygt - hevur økt um kapacitetin síðani 2012 við fleiri frystarum og størri frystihøll.

Skrivstovufólkini hjá felagnum høvdu ikki felags skrivstovuumhvørvi frá byrjan, men hava tey sitið í ymiskum bygningum á Tvøroyri. Talan er millum annað um bókhaldsfólk, søludeild, kvalitetsfólk, tekniska deild og stjórn. Í 2015 varð byggingin av nýggja skrivstovubygninginum byrjað. Tey fyrstu arbeiðsfólkini fluttu inn seint í summar í ár, men ikki fyrr enn beint áðrenn jól bleiv bygningurin alment tikin í brúk. Felagið skipaði tá fyri eini hugnaløtu fyri starvsfólkum við familjum.

Bygningurin er sera snotiligur. Tað eru Selmar Nielsen Arkitektar, sum hava teknað bygningin og MTV á Tvøroyri, sum hava staðið fyri byggingini. Myndirnar tala fyri seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder