Politikkur

Skrivligur fyrispurningur um almannamál

...

2017-10-12 08:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum skrivligan fyrispurning.

Skrivligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.


1: Nú arbeitt verður við nýskipan á pensiónsøkinum ynski eg at spyrja landsstýriskvinnuna, um hon ætlar at gera nakrar munagóðar broytingar í pensiónsviðurskiftunum hjá støkum pensionistum. Pensionistum, sum hava mist sín maka og/ella pensionistum, sum ongantíð hava havt maka. Hesi eru ofta ringast fyri fíggjarliga.
Viðm. Tað er altíð ein dyggur smeitur at missa makan. Sum steinur omaná byrðu gerast fíggjarligu viðurskiftini hjá tí eftirsitandi makanum nógv verri, tá makin er farin. Inntøkan verður knappliga næstan hálverað, men stóru føstu útreiðslurnar eru ofta tær somu ella stórt sæð tær somu. ??treiðslur til SEV, olju, og húsatrygging verðá stórt sæð tær somu. ??treiðslur til bil vera tær somu. ??treiðslur til viðlíkahald av húsum verða tær somu. Er skuld framvegis í húsinum, so gerst støðan uppaftur verri.
Nú er lagaliga løtan at lyfta hesi upp á eitt virðiligt støði.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder