Kann landsstýriskvinnan vátta, at niðanfyri endurgivnu brot úr samgonguskjalinum ikki, sum tað annars ljóðar, snúgva seg um at samgongan hevur ætlanir um at áleggja búkaragjøld í almenna tænastugeiranum ella fremja privatiseringar av almennum virksemi?
Viðmerkingar:
Nevndu brot úr samgonguskjalinum eru hesi:
???tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri???
og
???skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar???.
Aftur og aftur hava politikkarar, einamest ytst á høgraveinginum, og høgravendar stjórnir um allan heim roynt seg við álopum á samhaldsføstu skipanina. Fremst í hesum royndum hava brúkaragjøld, t.d. innan heilsutænastur og privatiseringar, t.d. innan reingerð á almennum stovnum, verði roynd. Kanningar eftir kanningar vísa tó, at tað, sum við byrjan varð hálovað sum sjálvsøgd nýskapan og sparing, skjótt gjørdist ein boomerangur, sum rakti sendaran, tað almenna og tey sum tænasturnar brúka, meint. Men ikki eigur hetta at undra, tí privatiseringar hava jú eittans endamál, at vinna privatum tann peningu, sum annars verður brúkur at tæna tí einstaka borgaranum við.
Her heima hava privatiserings- og brúkaragjaldsfortalar eisini gjørt um seg, seinast í farnu samgongu, har tað tíbetur eydnaðist at steðga hesum royndum. Dømi eru m.a. at fíggjarmálaráðharrin slepti ætlanunum um brúkaragjøld og vinnumálaráðharrin ætlanum sínum um privatisering av pørtum av strandferðsluni.
Væl vitandi, at tann eini samgonguflokkurin er ultra høgrasinnaður og óivað svangur eftir bæði privatiseringum og brúkaragjøldum, fái eg meg ikki at trúgva, at bulurin í samgonguni, sum væl dáma at nevna seg sosialar at vera,vilja lata hetta um seg ganga.
Hvussu hesar orðingar hava funnið sær veg inn í samgonguskjalið kann undra, men gott og tryggjandi hevði verði at fingið staðfest, at hesir báðir flokkar ikki eru farnir av kós og at ætlanirnar um privatisering og brúkaragjøld ikki skulu takast í álvara.
Jenis av Rana
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald