Skrivligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um røkt og tænastutilboð til røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár.
1. Hvussu ber tað til, at heimabúgvandi røktarsjúklingar undir 67 ár bert kunnu sleppa til umlætting í Sandoynni, sjálvt um tøk pláss eru á røktarheimi ella líknandi búplássi í eldrasamstarvsøkinum, har viðkomandi býr?
2. Heldur landsstýriskvinnan, at støðan er virðilig fyri hesar røktarkrevjandi borgarar og teirra avvarandi?
3. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera fyri at loysa trupulleikan, tað er at tryggja, at umlætting altíð fer fram í nærøkinum hjá borgaranum?
4. Er møguleiki fyri, at ábyrgdin fyri røkt og tænastum til røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár eisini kann leggjast út til kommunurnar.
5. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár og teirra avvarandi generelt fáa somu tilboð og sømdir sum borgarar yvir 67 ár?
6. Hevur landsstýriskvinnan eitt boð upp á kostnaðin av hesum?
7. Hevur landsstýriskvinnan eitt boð upp á kostnaðin av altíð at kunna bjóða røktarkrevjandi, heimabúgvandi borgarum undir 67 ár umlætting á nærmasta røktarheimi ella í minsta lagi á búplássi í økinum, sum viðkomandi eldrasamstarv umfatar?
Viðmerkingar:
Eftir at kommunurnar tóku yvir eldraøkið og harvið alla tilvísingina (visitasjónina) til búpláss á røktarheimum, eldrasambýlum og líknandi búplássum, eru røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár endaðir í ongamannalandi.
Tey avvarandi standa í flestu førum einsamøll við allari ábyrgdini og sjálvari røktini. Bæði kropsliga og sálarliga er talan um eina sera krevjandi og slítandi uppgávu, men einasta stað í landinum, har umlætting kann fara fram, er í Sandoynni.
Dømi eru um, at røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár, sum eru búsitandi norðanfjørðs, eru vístir til umlætting í Sandoynni, sjálvt um pláss hevur verið fyri teimum á røktarheimi í teirra egna grannalagi.
Eyðvita er støðan íkomin av, at eldraøkið og harvið øll røktarbúplássini ??? undantikið tey fáu, sum Almannaverkið hevur til taks í Sandoynni ??? eru løgd út til kommunurnar at umsita, meðan landið enn varar av røktarkrevjandi borgarum undir 67 ár.
Kanska kundi ábyrgdin fyri røkt og tænastum til hesar borgarar ímóti fíggjarligari kompensasjón eisini verðið løgd út til kommunarnar, av tí at hesar annaðhvørt hvør sær ella í kommunalum samstørvum frammanundan ráða yvir røktarbúplássunum og fakkunnleikanum innan røkt og til dømis demens. Harvið slapst undan at spjaða avmarkaðu fakligu orkuna, sum er á økinum, og tískil hevði tænastan til borgaran verði betri, umframt at tað slapst undan kostnaðarmiklum dupultfunksjónum.
Á Løgtingi 9. november 2017
Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsmaður, Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald