Vinna

Skriv frá Frystilínuskipunum í sambandi við broyttar uppboðssølutreytir

...

2019-01-10 16:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fiskimálaráðið 

Yviri við Strond 

FO-100 Tórshavn 

Flemish Kap, hin 10. januar 2019. 

Tykkara mál nr. 18/00606-4: Kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019 

Felagið Línuskip hevur ferð eftir ferð víst á, at línuskipini í bólki 3 hava ongan ágóða fingið avøkta uppisjóvartilfeinginum undanfarin ár ??? ein øking, sum hevur verið viðvirkandi til at giviðøðrum skipabólkum inntøkur, hóast at hesir skipabólkar ikki hava fiskað kvotuna sjálvir. 

Tí er tað hugstoytt, at økta tilfeingið á Flemish Kap í ár verður selt á uppboði. 

Í staðin skuldi øktu kvoturnar verið við til at økt um inntøkurnar hjá manningunum ogskipunum í línuflotanum, sum ikki hava fingið ágóða í uppisjóarvøkstrinum. 

Í 2019 er møguleiki at geva línuskipunum ein ágóða við vaksandi kvotuni á Flemish Kap, mení fyriliggjandi uppskoti um Kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, stendur íviðmerkingunum til kunngerðina, at Landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at bjóða altút sum 1 ára rættindi. 

Um landsstýrismaðurin vildi línuflotanum væl, og vildi veri við til at givið teimum betrilivilíkindi, so hevði henda nøgd ikki verið boðin út, men í staðin latin línuflotanum uttanuppboðssølu, soleiðis at línuflotin kann fáa møguleika at styrkja feløgini, umframt at kunnageva manningini eina rímiliga løn eftir nøkur vánalig ár til fiskiskap. 

Frystilínuskipini vilja tí enn einaferð undirstrikað, at vit ikki taka undir við uppboðssøluni. 

Líka løn fyri líka arbeiði 

Eitt av aðalmálunum í dagsins samfelag og hjá sitandi samgongu hevur verið, at lata líka lønfyri líka arbeiði fyri bæði kyn, men við nýggja leistinum fyri uppboðssølu, sumlandsstýrismaður skjýtur upp, verður hetta ikki galdandi. 

Uppskotið viðførur harumframt, at ein ikki fær líka løn fyri líka arbeiði fyri sama kyn. 

Hetta tí, at nýggi leisturin fyri afturlatnu uppboðssøluna ger, at prísurin sum einstøkulínuskipini rinda fyri fiskin er ymiskur, og tí kemur tað at henda, at tað verður maðurin ádekkinum, sum í størsta mun verður straffaður, um hesin er við einum skipi, sum hevur bjóðaðhægsta prísin ??? skipini koma at fiska lið um lið, men manningarpartur verður ikki roknaður útá sama grundarlagi. 

Við nýggju og broyttu ásetingini í afturlatnu uppboðssøluni, verður tað nú galdandi, atkeyparin skal rinda prísin hann hevur bjóðað, og ikki sum undanfarin ár, at tað er lægstiprísurin innanfyri kvotuna, sum ásetir prísin. 

Í Uppriti frá 31. Mai 2016 frá Fiskimálaráðnum verður greitt frá um marknaðarprís í sambandi viðafturlatnu uppboðssøluna. Her verður undirstrikað, at við at lata lægsta eindarprísin áseta prísin,so er tað hesin prísur, sum er marknaðarprísurin ??? brotið úr uppritinum sæst niðanfyri: 

???Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetireindarprísin, sum øll skulu rinda. Á henda hátt rinda øll sama prís - marknaðarprísin - fyri somuvøru. Keyparar, ið hava bjóðað marknaðarprísin ella hægri sigast at hava vunnið uppboðssøluna???. 

Í uppritinum frá Fiskimálaráðnum frá 3. januar 2019 er eingin ??? tvs. EINGIN ??? frágreiðing um, hvímarknaðarprísur ikki er marknaðarprísur longur! 

Fleiri skip eru longu farin til Flemish Kap, og hava tí við støði í undanfarnum árum um uppboðssølutilrættalagt sær fiskiskapin á Flemish Kap. 

Meðan siglt verður á fiskileið, koma hesar radikalu broytingar ??? hetta hoyrir ongastaðni heima íeinum demokrastiskum samfelag við skipaðum viðurskiftum. 

Tað er nógv sum skal fyriskipast, áðrenn fari verður so langa leið til fiskiskap, og at liggja á FlemishKap og síggja hvussu Fiskimálaráðið við einum pennastrokið ger broytingar í mun til undanfarin árso seint í tilgongdini, er sera ódámligt og hugstoytt. 

Vit vilja tí staðiliga mæla til, at somu uppboðssølutreytir verða galdandi fyri afturlatnuuppboðssøluna sum undanfarin ár. 

Vit skulu tó ikki dylja fyri, at best hevði verið, um nevnda uppboðssøla fyri línuskipini hevði veriðavtikin, men sum minstamark má ein kunna krevja, at nevndu broytingar í kunngerðini ikki verðagjørdar. 

Um politiski viljin framvegis er, at uppboðssøla skal vera, so vilja vit mæla til, at henda verður opin,og á sama hátt, sum hon hevur verið mongu seinastu árini á Fiskamarknaði Føroya, har ein veithvørjum ein bjóðar ímóti, og alt er alment á einari almennari uppboðssølu. 

Vit skulu upplýsa, at vit altíð eru tilreiðar at koma á fund við Fiskimálaráðið og landsstýrismanniní fiskivinnumálum fyri at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum, sum eru nevnd frammanfyri. 

Vegna Frystilínuskipini 

??got, Klakkur, Stapin, Kambur og Eivind

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder