2015-10-31 21:45
Tórshavnar kommuna skrivar:
Suðuri á Sperm, Neytakonustíggjur, Lítlabrúgv, Grønagil, Rossarættin, Hóabrekka, á Tungu. Staðarnøvnini í Kollafirði eru nógv í tali. Og nú er kommunan farin undir eitt miðvíst arbeiði at skráseta øll staðarnøvn í kommununi. Alt verður talgilt og tøkt hjá vanliga borgaranum.
- Hetta er ein umráðandi partur av okkara mentanararvi, sum er við at fara í gloymskuna. Tað er alneyðugt at fáa hann skrásettan og varðveittan, og tað er hetta, sum nú verður gjørt, sigur Gunnar Djurhuus, økissamskipari í Tórshavnar kommunu.
Staðbundna nevndin í Kollafirði skipaði í gjár fyri bygdafundi á Café Chill. Evni var hetta at skráseta staðarnøvn í Kollafirði og Signabø.
Tórshavnar kommuna var við og greiddi frá verkætlanini, sum ??kisnevndin í Tórshavnar kommunu hevur sett í verk. Eisini var umboð fyri sp/f Munin við á fundinum og greiddi frá, hvussu skipanin riggar.
Eini 30 kollfirðingar vóru á fundinum, sum er ein liður í arbeiðinum at seta ferð á skrásetingina í økinum.
Soleiðis verða staðarnøvnini tøppað inn í telduskipanina. Tilfarið verður seinni
almenninginum til taks.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald