2015-06-09 12:59
WWW.Tórshavn.fo: Seinnapartin í gjár var fyrsta skotið latið av fyri fótbóltsvøllinum niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík. Grivið hevur verið omanav seinastu dagarnar og nú er so komið niður á hellu.
Grótið, sum nú verður sprongt, verður brúkt til at gera nýggju útstykkingina Oman Gil, sum eftir ætlan skal verða liðug tann 1. november í ár.
Mátarin vísti 3,2 á Richter-stiganum, tá skotið gekk av!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald