2015-06-18 20:30
Havstovan skrivar:
Hóskvøldið í síðstu viku fór Magnus Heinason út at leggja streymmátararnar útaftur. Á túrinum blivu átta mátarar lagdir út: tveir mátarar í trolsikrum rammum (myndin) fóru á Munkagrunnin, tveir mátarar fóru í Hetlandsrennuna, tveir í Bankarennuna og tveir norðanfyri. Harafturat vóru hita- og saltmátingar gjørdar eftir tveimum stuttum standardskurðum vestur úr Mykinesi. Alt gekk eftir vild og Magnus Heinason var aftur á Havnini longu sunnukvøldið 14. Juni.
Hesin túrur er partar av EU verkætlaniniNACLIM, sum Havstovan er við í.
Túrfrágreiðingin kann lesasther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald