2015-09-01 23:29
Skjóttgangandi báturin, sum órógvaði raksturin av grindini ið legði beinini í Sandavági tann 12. august er nú tikin, tað skrivar Sea Shepherd á Facebook.
JN.fo skrivaði fyrr í dag, at Sam Simon og Bob Barker vóru í Lerwick í Hetlandi. Sea Shepherd skrivar, at seinnapartin í dag, hava mynduleikarnir í Hetlandi tikið bátin, eftir boðum frá donsku mynduleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald