So er FM-kappingin í skeet fyri 2015 av á hesum sinni.
Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í skeet 2015 (leirdúgvuskjóting) á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum.
Føroyameistarnir fyri einstaklingar í meistarabólkinum og unglingabólkinum vóru funnir, samstundis sum liðkappingin 2015 fyri meistatar og unglingar eisini endaði fyri í ár, og var støðan soleiðis:
Meistarar:
Vinnari Jógvan Egholm úr VBF
Nr. 2 Marius F. Joensen úr SBF
Nr. 3 Tórur Fløtt úr SBF
Unglingar:
Vinnari Alex Johannesen úr VBM
Nr. 2 Tórur Fløtt úr SBF
Nr. 3 Jóhan Fløtt úr SBF
Lið:
Vinnari Sunda Byrsufelag A
Nr. 2 Sunda Byrsufelag B
Nr. 3 Veiðifelagið Byrsumúli A
Kappingin gjørdist spennandi og jøvn millum bæði einstaklingarnar og liðini.
Nærri um kappingina, úrslitini og myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá VBMwww.byrsumuli.foog á ???Byrsumúli Veiðufelagið??? á Facebook og áhttp://bit.ly/1Ogaqp3oghttp://bit.ly/1MdwyRl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald