Bíðilistin til sjúkraviðgerð má nú styttast, og ein dygdarskipan eftir altóða leisti eigur at verða førd inn á føroysk sjúkrahús
Um borgarar í Føroyum skulu uppliva eitt upp aftur betri og miðvísari heilsuverk, mugu politikarar og tey, ið annars varða av heilsuverkinum, veruliga leggja seg í selarnar fyri at minka bíðilistan til viðgerðir á sjúkrahúsum okkara.
Í fyrsta umfari kundi málið verið ein bíðitíð í 1-2 mánaðir ??? alt eftir hvørja sjúku, ið talan er um.
Frameftir kemur heilsuverkið ??? herundir sjúkrahúsini ??? undir støðugt størri trýst. Tí má meirfígging finnast, og tað vil Sambandsflokkurin arbeiða fyri.
Dygdarskipan eftir altjóða leisti
Harumframt eigur ein sonevnd dygdarskipanin (akkrediteringsstandardir) at verða sett gildið fyri okkara sjúkrahús.
Endamáli við einari dygdarskipan, sum heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til, er at varðveita trygd og dygd í øllum heilsuveitingum. Harumframt at øll starvsfólk fáa felags leiðreglur at halda seg til, og at sjúklingagongdin byggir á tvørfakligt samstarv.
Í hesum liggur eisini kanningar av nøgdsemi javnan skulu gerast millum starvsfólk og sjúklingar.
Tilvild í heilsutænastum, sum sjúklingar av og á uppliva á sjúkrahúsum okkara, má ikki koma fyri. Vit vita, at tað tíverri eru fólk, sum hava negativar upplivingar á sjúkrahúsum við ónøktandi tænastu og viðgerð, og slíkt skal fyribyrgjast so væl, sum tilber. Tíbetur eru tey flestu nøgd við góða tænastu.
Dygarskipanin vil ivaleyst gera tað hugaligari og meira avbjóðandi hjá starvsfólkum at arbeiða, mennast og trívast.
Felags støði í felags málum
Heilumál eru felags málsøki í ríkisfelagsskapinum, og tey málsøkini skulu Føroyar og Danmark í felag tryggja eru á einum høgum støði.
Langtíðarskaðin frá fullveldislandsstýrinum, sum tilvitað skar í tryggastu inntøkunum, rakar heilsuverkið, tí partur Danmarkar av heilsufíggingini er minkaður í stórum. Samstundis er tørvurin á heilutænastum øktur í sera stóran mun.
Hetta hongur ikki saman, og eitt nýtt landsstýrið má arbeiða hart fyri at fáa føroyska heilsuverkið upp á eitt støði, sum líkist tí danska.
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum torir at standa við felags virðini í ríkisfelagsskapinum ??? og vit vilja hava felags málsøkini, t.d. heilsuverkið, dagførd.
Hesum vil eg arbeiða fyri.
Rósa Samuelsen, valevni fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald