Politikkur

Skjót

...

2015-08-26 18:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Valevni hjá Framsøkn, Karlot Hergeirsson, hevði í gjár eitt sera áhugavert og upplýsandi lesarabræv um m.a. vápnalógina, veiðimøguleikar og skjótiítrótt.


Undirritaði , ið er formaður í Veiði Felag Føroya, stytt, VFF, kann einans gleðast um, at hettar serstaka evni, hevur áhuga ímillum onnur valevni, enn meg sjálvan.

Takk fyri tað, Karlot !

Eg var, saman við nevndini í VFF, á fleiri fundum við umsitingina hjá Løgmanni, við Løgmann sjálvan, og við Løgtingsins Rættarnevnd um hettar mál, ið samband við arbeiði um at smíða nýggja vápnalóg.

Har umframt vóru vit spurd av miðlunum, bæði talgildum og skrivaðum, um okkara støðu, hesum málið viðvíkjandi.

Okkara ynski í VFF var, og er, at settur blívur ein arbeiðsbólkur, mannaður av fólki, ið á ymiskum økjum, eru at meta, sum fakligur kunnleiki innan vápn og vápnabrúk.

Eg meti, at málið er av so stórum týðningi, at alt annað enn ein arbeiðsbólkur, ið fær tað tíð, ið skal til, um neyðugt yvir samgongumark, er ikki nøktandi.

Grundleggjandi fyri gott lógararbeiði er, at tað ikki verður skunda ígjøgnum skipanina, nærum sum eitt flugubein á einum avrikslista, og at einstakar óhepnar hendingar í samfelagnum, ikki skulu brúkast som popularistiskt trýst, fyri at fáa eitt mál avgreitt.

Eg fari framhaldandi at arbeiða fyri viðurskiftum og ynskjum hjá tí føroyska veiðifólkinum, føroyskari veiðumentan, føroyskari írtóttarskjóting og serstakliga upplýsing um vápn og ábyrgdarfult vápnabrúk.

Vit veiðu- og ítróttarfólk eru ein rættuliga stórur samfelagsbólkur, og fíggjarliga eru tað ikki so fáa krónur, ið áhugamál okkara kastar av sær til føroyska landshúsarhaldið.

Og okkara skjúttar á Oyggjaleikunum smæðast ikki burtur í alheims høpi.

Lat okkumtí í felag taka hond um veiðulív og skjótiítrótt í Føroyum.

Gott val.

Við skjúttakvøðu:

Michael Dalbø
Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder