2015-12-14 19:14
Skipini, sum royna eftir svartkjafti, hava havt góðan fiskiskap teir seinastu dagarnar - ella síðan óveðrið herjaði í farnu viku.
Finnur Fríði og Slættaberg hava landað til Havsbrún í vikuskiftinum, Tróndur í Gøtu landar nú og Christian í Grótinum liggur og bíðar eftir landingartørni, ímeðan Jupiter í morgun er farin at sigla inn við 2.500 tonsum.
Jupiter sleppir framat at landa mikudagin, tá ið liðugt verður at landa Christian í Grótinum.
Á feltinum eru umframt tey føroysku skipini - fleiri russisk- og íslendsk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald