Um eg skal taka samanum Føroysku rækjuvinnuna so sær ikki gott út. Í 1986 høvdu vit fleiri spildurnýgg rækjuskip sum vóru frammanfyri øll hini í Norðatlanshavinum.
Nú er vent í holuni, vit fiska nú saman við spildurnýggjum Norskum skipum i 300 millióna klassanum (í 1986 høvdu teir onki skip sum kundi samanlíknast við okkara) Hetta eru nýmoderna stór skip hvar pakkilinjur og alt er automatisk, mestsum ongin lyftir nakað nakrastaðni, alt fer á plattar i fabrikkini og trukkur i lastini, meðan vit standa við reyvini hægst og lyfta alt fleiri ferð.
ELSTA norska skipið her er frá 2007, javngamalt við okkara nýggjasta, tá mugu vit taka nótaflotan við, annars mugu vit 20 ár longur aftur.
Her má verða okkurt spinnandi galið, tí so vánaligir fiskimenn eru vit ikki.
Hvar er munurin í dag? Ein munur er at Norski reiðarin fer 8% av óbýttum av brutto í ein grunn til nýgerð, til frama fyri manning og reiðarí, meðan man í Føroyum einans tosar um hvussi fjarðaleysa hønan skal plukkast meir til avgjald í gapandi Landskassan, ongin tosar um at hyggja frammeftir hvussu endurnýggjast skal, so her má enda galið. Eitt veit eg og tað er at við uppboðsølu verður tað ikki betur.
Teir sum koma mest til orðana eru frøðingar, meðan fiskimaðurin ella reiðarin verða trumlaðir niður sum bandittar.
Bjarni Petersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald