2017-06-06 07:15
Málið um ólógligan fiskiskap hjá hvalviartrolarunum - Breiðanes og Hamranes - skal roynast í rættinum.
Brimil tók skipini í gjáramorgunin á eini leið vestur úr Mykinesi, tí mett varð at teir fiskaðu ólógliga. Skipini fingu boð um at fylgja við til Havnar, tey komu á Havnina um 13- tíðina í gjár.
Skipararnir á Hamranesi og Breiðanesi nokta seg sekar í at hava fiska ólógligt, tí skal rætturin taka støðu til, um teir hava fiska ólógligt ella ikki.
Enn er rættarfundurin ikki ásettur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald