Janus Rein, tingmaður Fólkafloksins, heldur tað er rætt at endurskoða skipanina við fríplássi á barnaansingarplássum. Tí hevur hann sett Anniku Olsen fyrispurning um skipanina við fríplássum á barnaansingarøkinum.
Upplýsingar frá Fíggjarmálaráðnum vísa, ateitt húsarhald við tveimum børnum, støk ella eitt par, sum vinnur 25.000 um mánaðin hava slakar 600 krónurminnieftir enn eitt tilsvarandi húsarhald, ið vinnur 20.883 krónur um mánaðin.
Fríplássið á barnaansingarplássum er ein neyðug skipan, sum hjálpir teimum, ið hava tørv á tí. Kortini hevur almenna stuðulsskipanin eina óhepna slagsíðu. Verandi skipan revsar tey, sum royna at vinna nøkur oyru eyka til húsarhaldið. Tað loysir seg ikki at arbeiða, tí tú hevur meira pening eftir, minni tú arbeiðir.
Hetta er ikki rætt. Tí vil Janus Rein hava landsstýriskvinnuna at endurskoða skipanina við fríplássi á barnaansingarplássum.
"Skipanin skal vera rættvís. Hon skal sjálvsagt fyrst og fremst at lofta foreldrum, sum ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar til eitt ansingarpláss. Men samstundis skal hon eisini betrast, soleiðis at hon tekur hædd fyri, at fríplássið ikki hvørvur skjótari enn inntøkugrundarlagið hækkar??? sigur Janus Rein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald