Skipanin við fríplássi á barnaansingarøkinum hevur óhepna slagsíðu! - Rættað verður nú um hetta.
???Fríplássið??? á barnaansingarøkinum er ein neyðug skipan, sum hjálpir teimum, ið hava tørv á tí. Kortini hevur almenna stuðulsskipanin eina óhepna slagsíðu. Verandi skipan revsar tey, sum royna at vinna nøkur oyru eyka til húsarhaldið. Tað loysir seg ikki at arbeiða, tí tú hevur minni pening eftir, meira tú arbeiðir.
Hetta er eitt mál, sum vit í Fólkaflokkinum, landsstýriskvinnan, og eg sjálvur burturav, hava vilja fingið loyst. M.a. reisti eg málið sum Grein 52a mál í desembur 2014.
Verandi skipan
??trokningarhátturin í skipanini er bygdur upp soleiðis, at eitt húsarhald, støk ella par, sum hava eitt inntøkugrundarlag á 247.900 krónur árliga, fáa fult frípláss. Síðani fellur 2% av fríplássinum burtur fyri hvørjar 1.000 krónur, sum inntøkugrundarlagið hækkar, inntil 292.900 krónur, har fríplássið er fallið heilt burtur. Seta vit hetta saman við verandi skattaskipan, merkir útrokningarhátturin í stuttum, at tiltøkupeningurin hjá húsarhaldinum minkar, so hvørt sum inntøkan hækkar. Hetta hendir, tí at fríplássið fellur skjótari burtur, enn inntøkan hækkar. Tað merkir, at kostnaðurin fyri ansingarplássið hækkar skjótari, enn inntøkan eftir skatt veksur.
Skipanin er stutt sagt ???hol-í-høvdið???, og tað er eyðsæð at síggja fylgjurnar. Almennu Føroyar leggja á henda hátt upp til, at tað ikki skal loysa seg hjá einum húsarhaldi at forvinna sær eitt sindur meira av peningi. Skipanin fastlæsir húsarhaldið og ger, at tað missir pening við at hækka inntøkuna!
Dømi:
Skipanin hevur við sær, at eitt húsarhald við tveimum børnum, støk ella par, við einum inntøkugrundalag upp á 25.000 krónur mánaðarliga, hevur knappar 600 krónur minni í tiltøkupeningi enn eitt samsvarandi húsarhald við einum inntøkugrundarlagi upp á knappar 21.000 krónur mánaðarliga.
Framtíðin
Eg haldi, at tað er gleðiligt, at vit hava eina skipan, sum hjálpir teimum hart sperdu familjunum, støk ella pør, við fríplássi á barnaansingarøkinum, tá tey sjálvi ikki megna at rinda útreiðslurnar. Ein tílík skipan er als ikki givin í flestu av heimsins londum.
Eg haldi at skipanin eigur at verða bygd soleiðis, at hon fyrst og fremst loftar teimum foreldrum, sum ikki sjálvi megna at rinda útreiðslurnar til eitt ansingarpláss, men sum eisini tekur hædd fyri, at fríplássið ikki fellur burtur skjótari, enn inntøkugrundarlagið hækkar, við tað at tiltøkupeningurin hjá familjuni heilt ítøkiligt minkar so hvørt, sum inntøkan hækkar.
Hetta kann fremjast við tað, at ovara markið, har fríplássið fellur burtur, t.v.s. 292.000 krónur, verður hækkað munandi. Upp á ella upp um 400.000 krónur.
Tað hevði ført við sær, at tað hevði loyst seg hjá einum húsarhaldi at økt um inntøkuna samstundis, sum hetta ikki rakar tey veikaru í samfelagnum, sum eiga og skulu hava fult frípláss.
Frá 1. august 2015
Avbjóðingin í hesum málinum er, at tað er Landsstýriskvinnan í almannamálum, sum við kunngerð setur reglarnar, meðan tað eru kommunurnar, sum varða av ansingarøkinum, sum koma at bera kostnaðin.
Partarnir, Almannamálaráðið og Kommunufelagið, hava havt samráðingar um málið, og eru komin ásamt um, at skipanin í fyrsta umfari verður broytt soleiðis, at ovara markið, har fríplássið fellur heilt burtur, verður hækkað upp í 330.000 krónur. Við hesum verður bøtt um skipanina, men eg haldi tó ikki, at vit koma á mál. Til tess eigur markið at verða hækkað upp á ella upp um 400.000 krónur. Almannamálaráðið og Kommunufelagið siga tó í tíðindaskrivi í dag, at tey eru samd um, at markið eigur at verða hækkað upp á 400.000 krónur eftir trimum árum.
Samanumtikið harmist eg øðrumegin um, at markið ikki varð sett upp á 400.000 krónur beinanvegin í einum, men hinvegin fegnist eg um, at málið nú verður loyst.
Sum eg skilji støðuna, so er ikki vist, at allar kommunurnar í landinum hava fíggjarligu styrkjuna til at lyfta markið upp á 400.000 beinanvegin í einum. Tí er semjan í millum Almannamálaráðið og Kommunufelagið sum hon er.
Eg skal til endans viðmerkja, at tá málið er loyst til fulnar, fer tað at hava við sær, at húsarhaldini fáa betri motiv til at økja um inntøku teirra, um hetta letur seg gera. Tað merkir so aftur fleiri skattakrónur í kommunukassarnar. Ergo er hetta ein ringsrás.
Janus Rein
Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald