Vinna

Skipafelag Føroya 100 ár

...

2019-02-24 12:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skipafelagið Føroyar varð sett á stovn hin 23. februar í 1919, og kundi sostatt í gjár hátíðarhalda sín 100 ára føðingardag.

Eimskip keypti felagið í 2004, og varð navnið tá broytt til Faroe Ship. Felagið hevur í dag deildir í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri.

Umleið 130 fólk eru knýtt at felagnum í føstum og tímaløntum størvum. Talan er um 115 ársverk.

Faroe Ship gleðir seg framvegis at veita bestu tænastuna til síni viðskiftafólk í mong ár afturat, tað skrivar Faroe Ship.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder