Av tí at ein av okkara starvsfeløgum fer í farloyvi í eitt ár, søkja vit eftir Skipaeftirlitsfólki til fyribilsstarv á Sýnsdeildini at byrja skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
- Sýn og málsviðgerð í sambandi við nýbygningar, umbyggingar, innflaggingar, v.m.
- Fremjan, uppfylgjan og málsviðgerð av tíðarbundnum sýnum
- Málsviðgerð og sýn av minni bátum sum ikki eru í klassa
- Góðkenna stabilitetsbøkur, styrkisútrokningar v.m.
- Luttaka í tvørgangandi verkætlanum
- Starvið er í stóran mun eitt skrivstovustarv
??tbúgvingarkrav
Til starvið krevst viðkomandi verkfrøðingaútbúgving.
Førleikakrøv
- Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- Gott tekniskt innlit og hug at seta seg inn í nýggjar reglur og verandi regluverk.
- Góð samstarvsevnir
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Starvsstaður er Sjóvinnustýrið í Vágum.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 15. mai 2017, kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Jákup K. Poulsen tlf. 355600 ella teldupost: [email protected]
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið, á Hálsi 1 FO-380 Sørvágur, ella [email protected]
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.
Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhappum og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald