JN

Skipa heilsudepil í Vágum

...

2015-07-23 03:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Enn eitt fet at fremja Heilsunýskipanina varð tikið í dag, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum saman við borgarstjórunum í Vágoynni formliga skipaði Vágoynna sum eitt heilsuøki við heilsudepli.

Endamálið við at skipa heilsudeplar er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum.

Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran. ??tlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri við tíðini skal kunna fara fram í heilsudeplunum.

Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fara at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk á heilsudeplunum, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder