Vinna

Skip til rannsóknir av makrelstovninum fyri Havstovuna

...

2017-05-31 08:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í sambandi við vísindaligar rannsóknir av makrelstovninum í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera rannsóknirnar, sum verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 1.800 tons av makreli eru sett av at fíggja rannsóknirnar. Kvotan kann fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verður latin sum egin árskvota sambært § 20 í lógini um vinnuligan fiskiskap í 2017. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru at finna í sjálvari lýsingini, sí leinkju niðanfyri.

 

Freistin at svara er hósdagin 15. juni 2017 við telduposti til [email protected]

 

Les alla lýsingina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder