JN

Skip farið á land í Hósvík

...

2018-03-28 07:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á midnátt fór Kúrberg hjá Thor í Hósvík á land í Hósvík. Tá ið vit tosaðu við MRCC í morgun varð sagt, at skipið antin hevur slitið ella drigið akkerið við sær. Hildið verður ikki at skipið hevur fingið stóran skaða, tí tað er sandbotnur har tað liggur.

Bæði bjargingarbáturin Vón og Brimil eru á staðnum. Tá ið veðrið batnar verður ein roynd gjørd at fáa skipið leyst aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder