Politikkur

Skil má fáast á eftirlønini

...

2016-12-05 23:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jørgen Niclasen setir munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss um eftirlønarviðurskifti. Spurningurin verður svaraður í løgtinginum mikudagn.

Les spurningin niðanfyri:

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um eftirlønarviðurskifti hjá fólki, sum arbeiðir í útlandinum.

1.Vil landsstýrismaðurin gera broytingar í kunngerð, ella í lóg um neyðugt, fyri at tryggja, at fólk, sum arbeiða í útlandinum ikki skulu rinda inn dupult til eftirløn?

2.Vil landsstýrimaðurin gera broytingar í kunngerð, ella í lóg um neyðugt, sum tryggjar, at inngjald til norska Folketryg verður góðkent sum eftirlønaruppsparing?

Viðmerkingar:

??tisiglarar og onnur, sum arbeiða í útlandinum, eru í heyst annað ári á rað, kravd eftir eftirlønaruppsparing í Føroyum. Allar flestu hava eftirlønaruppsparing í útlandinum, og hesi noyðast tí at rinda dupult.

Tá eftirlønarlógin var gjørd, var gjørt undantak fyri útisiglarar. TAKS skuldi tó góðkenna útlendsku eftirlønaruppsparingina og so skuldi ikki rindast dupult. Sum skilst, hevur TAKS bert góðtikið eina danska skipan. Tey flestu eru tí kravd at rinda dupult. Tað var ongantíð ætlanin við skipanini. Tí verður spurt, um landsstýrimaðurin kann loysa trupuleikan, so hesi ikki skulu rinda dupult.

Nógvir føroyingar rinda inn til norska Folketryg. Inngjaldið er góð 8% av lønini. Meginparturin av hesum inngjaldi er pensjón, sum verður rindað út sum lívrenta við pensjónsaldur. Júst sum eftirlønarlógin leggur upp til. TAKS vil tó ikki góðkenna Folketryg sum eftirlønaruppsparing. Sjómenn er farnir í Rættin við málinum. Hetta skuldi ikki verið neyðugt, tí her kann landstýrismaðurin grípa inn, og um neyðugt at broyta kunngerð ella broyta lógina. Spurt verður um landsstýrimaðurin vil gera broytingar.

21. Apríl í ár, svaraði landsstýrismaðurin upp á sama spurning frá undirritaða. Tá segði hon seg arbeiða við málinum. Nú nærum 8 mánaðir seinni, er einki hent. Tí verður spurt aftur.

Á Løgtingi, 5. desember 2016

Jørgen Niclasen???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder