Mentan

Skiftu orð um Havnina á Reinsarínum

...

2016-05-26 22:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í kvøld hava tey skift orð um Havnina á Reinsarínum. Nógv fólk var komið saman til kvøldsetu um Tórshavnar kommunu fyrr og nú í sambandi við hátíðardagarnar, nú kommunan hevur 150 ár á baki sum fólkavald kommuna. 


Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og ynskti øllum hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum og bjóðaði øllum vælkomnum til kvøldsetuna. 

Júst í dag hevur Havnin havt býarstýri í 150 ár, og til hetta høvi bleiv eisini vístur filmur um hetta tíðarskeiðið. Filmurin verður eisini at síggja á netinum skjótt. Stutti filmurin lýsir menningina hjá fólkaræðinum í býnum. Í fyrstani stýrdu bara menn Havnini, og 90 ár gingu, áðrenn nøkur kvinna slapp framat í býarstýrinum.

Uni Arge stjórnaði kvøldinum og tosaði við Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil í Føroyum. Birita Wardum, býararkitektur, og Mayfinn Norðoy, arkitektur, komu eisini til orðanna og skiftu orð um hetta at varðveita gamalt og skapa nýtt í býnum. 

Tey vóru samd um, at alt gamalt ikki bara skal varðveitast, bara tí tað er gamalt. Hugsað má verða í eini heild soleiðis, at nýtt og gamalt riggar saman. Onkuntíð má gamalt víkja fyri nýggjum, onkuntíð er virðið størri at varðveita gamalt og onkuntíð riggar væl at greipa saman nýtt og gamalt. 

Tá ið tey blivu spurd, hvørt Havnin er ein vakur býur, var svarið greitt: Havnin er vakrasti býur í heiminum!

Hansina Iversen, listakvinna, hugleiddi eisini um Havnina kryddað við myndum av býnum, sum listakvinnan sjálv hevur tikið.

Hátíðardagarnir halda fram í morgin og komandi dagarnar. Til ber at lesa alla skránna HER.


Uni Arge stjórnaði kvøldinum.


Filmur um Havnina sum býarstýri í 150 ár.


Jens Paula Nolsøe, søgufrøðing, greiðir frá um, hvussu Havnin gjørdist miðdepil í Føroyum.


Jens Marni Hansen við bólki undirhildu við góðum tónum.


Birita Wardum, býararkitektur, og Mayfinn Norðoy, arkitektur í viðtalu við Una Arge.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder