JN

Skelkandi tøl frá KRIS

...

2016-01-23 15:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KRIS hevur gjørt upp hagtøl fyri fyrra hálvár 2015. Tíverri má staðfestast at tølini ikki eru bjørt. Heili 98 fólk heittu á KRIS, fyri at taka av tilboðnum um hjálp fyri teirra sváru seinárin, av kynsliga áganginum teimum hevur verið fyri. Og hetta er bert fyri januar til juni!

Tað ræðuliga við hesum talið er at 80% vendu sær til KRIS fyri fyrstu ferð! Aldursbýti av øllum áheitanum er 65% kvinnur og 30% menn, ímeðan stórsti parturin er í aldrinum 30-65 ár. Um okkurt gott skal tulkast úr hesum tølum, eru tað at í 67% av tilburðunum vóru at onnur enn offrið, so sum avvarandi, starvfelagar, mynduleikar og onnur sum seta seg í samband við KRIS. Hetta er greitt tekin um at føroyingar standa saman um at basa hesum trupuleika. Niðanfyri er fulla yvirlitið av hagtølunum KRIS almannakunnger.

KRIS hevur í mong ár varpa ljós á kynsligan ágang í Føroyum, og hóast munandi størri opinleiki er um evnið í dag enn áður, er evnið framvegis merkt av tabu. Evnið er trupult, merkt av sorg og vanlagnum. Tað er ikki bert tann misbrúkti, sum blívur raktur, men familja, vinir, grannar og starvsfelagir hjá tí rakta uppliva eisini sorgina og mugu fyrihalda seg til støðuna. Síðani er tað krekarin, sum eisini hevur fólk rundan um seg, og felags fyri hesi avvarandi er at tey ofta stíðast við skomm og eru merkt av sorg.

KRIS kann somuleiðis vísa á at hesin trupuleiki fevnir so breitt, ein fleiri fakbólkar eru virknir í landinum fyri at lofta og hjálpa offurunum. Hjá KRIS merkja vit neyðina og eru mangan fyrsta liðið í viðgerðini og fáa áheitanir frá mynduleikum at traðka til. Hetta ger KRIS sjálvandi, men tað merkist at KRIS má økja um sítt starvsfólkstal, og í hesum samband fegnast KRIS um at politiskur vilji er vístur til hetta, og vónandi bera lyftinia á mál. Tí vit síggja at arbeiði hjá KRIS gevur úrslit; fleiri offur fóta sær aftur og liva nú eitt virðiligt lív.

KRIS hevur tvey ítøkilig átøk fyri framman. Ein tilgongd til eina???0 hugsjón??? til tess at basa kynsligari misnýtslu er so smátt byrjað og síðan ein langtíðarverkætlan at fáa eitt viðgerðarheim upp at standa.

SAMAN BR??TA VIT T??GNINA.

KRIS er skipað sum eitt áhugafelag. Psykoterapeutar, familjuterapeutar, námsfrøðingar, heisurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar eru fakbólkanir , sum veita ráðgeving til kynsliga áganginum. Í løtini hevur KRIS 6 sjálvhjálparbólkar og ferðast kring landið við skeiðum, kunningarátøkum og fyrilestrum. Meira fæst at vita um KRIS á www.kris.fo

Hetta tilfarið er viðv. tíðarskeiðinum 1. Jan. til 30. Juni 2015.

1.

Hvussu mangar áheitanir : 98 persónar

2.

Hvussu komu áheitaninar:

Telefon ella SMS: 50%

Teldupost og sosialir miðlar: 20%

Persónlig viðtala: 20%

Annað. Læknar, heilsuverk, sálarfrøðingar, kommunulæknar, myndugleikar, barnavernd o.s.fr. 10%

3.

Hvør vendi sær til KRIS:

Viðkomandi 33%

Avvarandi 37%

Arbeiðsfelagar, myndugleikar og onnur 30%

4.

Venda sær til KRIS fyrstu ferð 80%

Venda sær aftur til KRIS 10%

Annað 10%

5.

Fordeiling millum kynini:

Kvinnur 65%

Menn 30%

Onkrar áheitanir koma, fyri at byrja eitt mál. Ofta er tað ikki persónurin sjálvur, og tí vita vit ikki kyni. Hetta er uml. 5%

6.

Aldur:

Tey, ið eru yngri enn 18 ár, verða eftir eitt samskifti, víst til avvarðandi myndugleikar, løgreglu og barnavernd v.m. 15 %

18 - 29 ár 35%

30 -65 ár 40%

Ikki upplýst 10%

7.

Almannaráðið hevur í sínum spurnarblaðið teigar, ið felagskapurin verður biðin um at fylla út, í samb. við familju-, arbeiðs- og bústaðar viðurskiftum.

Hesar upplýsingar vera tó ikki so nágreiniliga upplýstir og skrásettir

8

Hvussu er úrslitið av áheitanini.

Hvussu við víðari viðgerðum, avtalum v.m.

Hjá onkrum verður málið avgreitt við fyrstu samrøðu, ella hesi vilja venda aftur seinni. 10 %

Einsamøll í samrøðum, ráðgeving, vegleiðing, og onnur uppfylging 50 %

Taka lut í bólkum o. s. fr. 30%

Víst til annan myndugleika og annað 10%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder