Nú 500 ár eru liðin, síðan Martin Luther gjørdi upp við táverandi trúarlæru og praksis, er spurningurin, um vit ikki eiga at stinga fingurin í jørðina og spyrja okkum sjálv, hvussu støðan á hesum øki er í dagsins Føroyum. Eg haldi, at spurningurin og diskussiónin um hjúnabandslógina er eitt fullgott prógv um, at vit eiga at gera upp við okkum sjálv og spyrja, hvar leiðin gongur.
Síðan tíðarinnar morgun er ivi sáddur um tað orð, sum Guð hevur talað og opinberað seg ígjøgnum. Okkara mentan hevur ongantíð sum nú møtt slíkum ágangi, sum vit uppliva í dag.
Vit vilja fegin kalla okkum eina kristna tjóð og hava staðfest hetta í ymsum lógum og mannagongdum. Vilja vit halda fast í hesum, (og tað vóni eg), so mugu vit eisini taka konsekvensirnar av hesum og lata Guðs orð hava tann myndugleika, sum tað eigur. Ella gevur tað onga meining.
Tað eru tingfólk, sum hava sett spurningin, hvat Jesus vildi sagt um spurningin um hjúnabandslógina. Hetta er ein sera áhugaverdur og góður spurningur at seta sær, um mann meinar hann í álvara og ikki kemur við sjálvgjørdum svarum, sum leggja Guði orð í munnin, sum hann ongantíð hevur sagt, men lata Bíbliun sjálva svara spurninginum. Greinin niðanfyri haldi eg lýsir sera væl, hvat skriftin (Jesus) sigur um hesi viðurskifti.
Samtykta broytingin í hjúnabandslógini, sum ætlanin er at seta í verk, minnir ótrúliga nógv um søguna hjá H. C. Andersen, ???Keisarans nýggju klæði.??? Tað skal eitt barn til, sum kann fortelja okkum sannleikan: ???Keisarin hevur onga brúður!??? ??? Tveir menn kunnu aldri gerast eini hjún, líka so lítið sum tvær konur kunnu tað. Hetta er logikkur.
Er ætlanin at geva teim samkyndu borgarlig rættindi, sum talað hevur verið so nógv um, er hjúnabandslógin als ikki amboðið. Nei, so er at yvirtaka ???familju- og arvarættin??? og finna eina aðra loysn.
Niðanfyri er ein samandráttur av talu, sum norski guðfrøðingurin, Jan Bygstad, hevur lagt út á youtube: https://www.youtube.com/watch?v=zoZc90Q84sI
Haldi hesa talu lýsa sera væl kristnu heimsmyndina, sum flestu føroyingar upp til okkara dagar hava havt sum lívsgrundarlag og ???virði, men sum nú verður alvorliga hótt og tað av sjálvum løgtinginum.
Jan Bygstad: Skapanin
Tað er neyvan nakað, sum stendur í Bíbliuni, sum ikki gongur út frá tí, sum verður skrivað á fyrsta blaði í Bíbliuni. Og samstundis er tað her, vit koma í stríð við støðuna í dag, serliga menningarlæruna, ikki bert, at hon er ein vísindalig teori, men eisini, at hetta er ein lívsáskoðan hjá fjøld av fólki. Ein vísindalig teori hevur tað við sær, at hon ongantíð verður læst føst, men kann broytast, so hvørt sum nýggj kanningarúrslit fyriliggja. Av tí at menningarlæran ikki bert er ein vísindalig teori, men samstundis er ein lívsáskoðan, verður stríðið ikki bara millum trúgv og vísind, men eisini eitt stríð millum trúgv og trúgv.
Tá Thomas Henry Huxley, kendur sum "Darwin's Bulldog???, vardi menningarlæruna hjá Darwin, segði hann tað soleiðis: ???Vit trúgva menningarlæruni hjá Darwin, tí vit kunnu ikki trúgva á Bíbliunnar Guð,??? og hetta er greið tala fyri pengarnar.
Tá Bíbliunnar læra um skapanina verður álopin, verður hetta gjørt sum í so mongum øðrum spurningum um Bíbliunnar læru. Hon verður søgd at vera ein spegilsmynd av fornaldar hugsanarhátti. Tað primitiva menniskjað hevði ikki ta vitan, sum vit hava í dag, og tí mugu vit síggja burtur frá tí, sum Bíblian sigur um bæði hetta og hatta. Tá so spurningurin um skapanina verður viðgjørdur, so er tað henda fatanin, sum er løgd sum grund. Hugsanin er tann, at mann heldur, at skapanarsøgan í Bíbliuni er ein primitiv heimsmynd, og tí kann skapanarsøgan ikki hava nakran myndugleika yvir okkum nútíðarmenniskjum um, hvat vit skulu halda og meina um hesi viðurskifti.
Men tað er eitt, sum vit eiga at leggja okkum í geyma: Skapanarsøgan í Bíbliuni skilir seg radikalt frá øllum øðrum skapanarsøgum og ???mýtum úr fornøldini. Fornfrøðingar hava seinastu 100 árini funnið nógvan litteratur í grannalondum Ísraels. Í hesum londum og mentanum eru eisini funnar mangar skapanarsøgur og ???mýtur, sum vísa, hvussu tátíðar menniskju hugsaðu um, hvussu heimurin varð til. Tað, sum eyðkennir hesar søgur og mýtur, er júst tað, at tær eru mýtur, at tær skilja seg radikalt frá skapanarsøguni í 1. Mós.
Paulusar tala á Areopagos (Áp.17), er einasta varðveitta tala í Nýggja Testamenti, sum er talað til heidningar, sum ikki kendu ta bíbilsku opinberingina og ta bíbilsku heimsmyndina. Og tí er tað ikki av tilvild, at Paulus byrjar hesa missiónstalu sína við skapanini. Tað, sum vit skulu leggja merki til, tá Paulus talar við hesi menniskjuni, sum eru totalt fremmand fyri tí bíbilsku Guðsmyndini, so byrjar hann við skapanini, og so er hetta grundarlagið fyri, at hann kann vísa á, at av tí at Guð hevur skapt øll menniskju og allar lutir, skal Guð krevja øll menniskju til roknskap. Hann er dómari alheimsins, hann hevur ásett ein dag, tá hann skal døma heimin. Tað er sostatt beinleiðis samanhangur millum Guð sum alheims skapara og tann, sum øll skulu standa til svars fyri. Tað er eisini her, vit finna mótviljan hjá nútíðarmenniskjum um tankan um skapanina. Tað hongur djúpt saman við, at nútíðarmenniskjað ikki ynskir ein Guð, sum tað skal standa til roknskap fyri. Kann mann seta Guð til viks sum skapara, so kann mann eisini seta Guð til viks sum dómara. Hetta hongur saman.
???Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Jørðin var oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum. Gud segði: "Verði ljós!" Og ljós varð. Gud sá, at ljósið var gott; og Gud skilti ljósið frá myrkrinum. Gud kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði Hann nátt. Og kvøld varð, og morgun varð, fyrsta dag.???
Hetta fyrsta ørindi í bíbliuni ger eina kollvelting í øllum skapanarsøgunum og ???mýtunum, sum finnast í tí bíbilsku umverðini. Fyri tað fyrsta sigur hetta ørindi, at tað finst ein byrjan, tá alheimurin varð til. Hesari byrjan stendur Guð fyri, við at hann skapar. Hetta er radikalt annarleiðis enn mýturnar siga. Mýturnar siga, at tann materielli veruleikin er ævigur, hann er ikki ein byrjan. Bíblian sigur, at tann materielli veruleikin hevur eina byrjan. Mýturnar siga, at guðarnir eru blivnir til einaferð, teir eru v.ø.o. ikki ævigir. Bíblian lærir, at tað er bert ein, sum er ævigur, Bíbliunnar Guð. Materian hevur einki ævinleikavirði. Mýturnar siga, at djúpast sæð eru guðarnir og menniskjað skapt úr sama tilfari.
Tað, sum skriftin sigur okkum, tá hon lærir okkum, hvør Guð er, er, at Guð og tað skapta eru púra ólík. Tað skapta kann ongantíð blíva guðdómligt. Mýturnar siga beinleiðis ella óbeinleiðis, at tað skapta, menniskjað íroknað, hevur guðdómliga náttúru.
???Í fyrstuni skapti Guð himmalin og jørðina.??? Vit hoyra her, at tað er ein byrjan. Á sama hátt lærir Bíblian, at tað eisini er ein endi. Tí hann, sum er Guð, hann kallar seg sjálvan ???tann fyrsti og tann síðsti???. Í tí at Guð skapti alheimin, skapti hann ikki bara rúmdina, men eisini tíðina. Hann er tann fyrsti og tann síðsti, og hann hevur bæði byrjanina og endan í síni hulu hond. Hann ger ein gerning, og eingin kann gera hann til einkis. Hann sigur eitt orð, og eingin kann gera tað til einkis, sum hann hevur talað.
???So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.??? Við hesum sigur skriftin, at menniskjað er nakað kvalitativt nýtt, kvalitativt og prinsipielt ymiskt frá tí livandi, sum er skapt frammanundan. Frammanundan hava vit hoyrt um skapanina av fiskum, fuglum og súgdjórum. Tað, sum bíblian við hesum sigur, er, at menniskjað ikki er eitt djór, men er kvalitativt ymiskt frá djórunum. Hetta er týdningarmikið at hava í huga. Tað er kanska her, vit hava tann størsta samanstoytin millum menningarhugsjónina og bíbilsku heimsmyndina. Menniskjan er ikki ein intelligent apa, menniskjað er nakað annað enn tað. Í ør. 26-27 lesa vit: So segði Gud: "Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík! Hon skal ráða yvir fiskunum í sjónum og fuglunum undir himli, yvir fænum og yvir allari jørðini og øllum skriðdýrum, ið á jørðini skríða." So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Menniskjað er sostatt skapt at vera í sambandi við skaparan. Syndafallið snýr seg um, at menniskjað loysir seg úr hesum sambandi við skaparan og vil liva sum eitt ???eg??? leyst frá sínum upphavi. Egoið bleiv tilverunnar miðdepil, og Guð verður settur á síðulinjuna. Tað inniber eisini, at nakað heilt sentralt í menniskjans guðsbílætleika verður oyðilagt. Hetta er bakgrundin fyri, at Nýggja Testamenti talar um frelsuna sum endurreising av guðsmyndini og sigur nakað um, hvat frelsan inniber. Tá sælan verður málað fyri okkara eygum, soleiðis sum hon verður í 1. Jóh, so verður sagt: ???Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.??? Tá er menniskjans guðsmynd endurreist, tá er menniskjað vorðið tað, sum tað var skapt til upprunaliga, men sum var niðurbrotið við syndafallinum.
Tað, sum vit lesa á fyrstu bløðunum í bíbliuni er grundleggjandi fyri at læra at kenna, hvør Guð er í mun til tað skapta, og um veruleikan, ella tað vit kalla veruleikafatan, og fyri tað triðja læra vit nakað um, hvørji vit eru sum Guðs skapningar og við tí, hvat menniskjavirði er. Her kunnu vit taka afturíaftur, hvat ør. 27 sigur: ???So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.??? Í norsku bíbliuni stendur ein viðmerking til hetta ørindi. Tað hebraiska orðið, sum er yvirsett til ???mann og kvinnu???, merkir upprunaliga, sum ???kallkyn og kvennkyn??? skapti hann tey. Guð skapti also menniskjað sum kallkyn og kvennkyn. Í dagsins andahuglagi er hetta sera týdningarmikið. Tí tað, sum er tað ráðandi huglagið í dag, er, at kyn ikki er nakað, sum er skapt, kyn er ein sosial konstruktión. Kyn er bara ein málbering fyri ymiskum sosialum konventiónum í ymiskum mentanum, og tí er kynssamleikin nakað, sum er flótandi, ja, tað er meir at siga nakað, sum menniskjað sjálvt kann velja.
Í eini samrøðu segði ein homofilur filosoffur fyri nøkrum árum síðan: ???Í løtuni havi eg valt mín egna kynssamleika sum homofilur. Seinni fari eg kanska at velja ein annan samleika.???
Á henda hátt er kynssamleikin ikki nakað, sum er skapt, men nakað, sum menniskjað kann fyrihalda seg til flótandi, soleiðis, sum hon finnur fyri gott. Bíblian lærir, at menniskjað er skapt sum ein kynsvera, maður og kvinna, kallkyn og kvennkyn, og hesi kyn eru ymisk frá skaparans hond og skapt við teirri ætlan, at tey sínámillum skulu útfylla hvør annan. Klárasta útsøgnin fyri, hvussu tey útfylla hvør annan, er tann skipan, sum Guð setir inn í skaparverkið, nevniliga hjúnalagið. Hjúnalagið verður konstituerað í 2. kap. 24: ???Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.??? Her kann vera áhugavert at gera sær greitt, at málbrúkið í 2. kap. er juridiskt og er sostatt ein skapanarskipan, givin av Guði frá byrjanini. Av somu grund síggja vit eisini, at hjúnalagið er nakað, sum vit finna í øllum mentanum undir himmalhválvinum. Tað er tann modernaða, guðleysa mentanin, sum upploysir hjúnalagið, upploysir familjuna og upploysir grundarlagið fyri hjúnalagi og familju. Tí saman við uppreistrinum móti skaparanum hoyrir óloysiliga uppreisturin móti skapanarskipanunum.
???Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.??? ??tsøgnin ???eitt hold??? er sama útsøgn, sum verður brúkt, tá Harrin sigur: ???Hoyr Ísrael, Harrin vár Guð, Harrin er ein. Henda serliga útsøgnin ???eitt??? ella ???ein??? merkir á frummálinum ein eind av fleiri, Gud er ein eind av trimum (trýeindin). Á sama hátt er hjúnabandið ein eind av tveimum og avspeglar soleiðis Gudsmyndina. Tað merkir ikki, at stakir persónar ikki bera Guðsbílætið, tað gera øll menniskju uttan mun.
???So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.??? Hetta er kollveltandi í fornaldarmentanini. Bæði maður og kona vóru skapt í Guds bílæti. Í mongum fornaldarlitteraturi finnur tú ikki slíka talu, sum setir mann og kvinnu í somu linju og soleiðis gevur teimum sama menniskjavirði. Hetta verður djúpari greinað í 2. kap., tá Gud skapti Evu. Tá verður sagt: "Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum." Í norsku bíbliuni er hetta síðsta yvirsett, ???som er hans like???. T.v.s., at maður og kona eru líkaverd í Guðs eygum. Og her mugu vit ikki billa okkum inn, at orðið ???hjálp??? merkir, at konan skal vera mansins tænari. Tað orðið, sum her verður umsett sum ???hjálp???, er tað sama orðið, sum í Gamla Testamenti ofta verður brúkt sum tittul fyri Guð sjálvan, ???Gud er vár hjálp, hjálp í trongdum.??? Vit kunnu ikki siga, at Gud er okkara tænari av teirri grund. Men her er talan um tvey, sum eru skapt ymisk, sum við sínum ymiskleika skulu útfylla hvør annan.
Alt, sum her er nevnt, eru viðurskifti (mál), sum verða álopin í dag. Tí samstundis sum skapanarsøgan verður álopin, so verða sjálvandi tær skapanarskipanir, sum Gud hevur innsett, eisini álopnar. Hesi tingini hoyra óloysiliga saman. Hetta er sera álvarsamt fyri mentanarstøðuna í samfelagnum, og tað hvílir ein stór ábyrgd á kristnu kirkjuni at vera ein mótmentan ímóti teimum mentanarbyltingum, sum leika rundan um okkum.
------------------
Tað kundi verið hóskandi at endað við vísdómsorðunum hjá Jóannesi Patursson:
Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av.
Tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.
Rúni Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald