Ítróttur

Skeið í fyrstuhjálp og hjartastartara

...

2016-04-26 13:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við at 07 Vestur hevur fingið ein hjartastartara sum gávu, verður skeið í fyrstuhjálp og hjartastartara leygardagin 30. apríl kl. 10:00, í 07 Vestur-húsinum í Sørvági. 07 Vestur bjóðar morgunamat. Skeiðið er ókeypis.


Tað er Magni Thomassen úr Sandavági, sum hevur latið hjartastartaran. Jákup Haraldsen frá Vága Bjargingarfelag, sum kemur at undirvísa í fyrstuhjálp og hjartastartara. Jákup hevur drúgvar royndir á økinum og hevur eisini undirvíst á hópin av tílíkum skeiðum.

??ll eru vælkomin, og skeiðið er ókeypis.

Tó verður heitt á fólk at tekna seg, so fyriskipararnir vita hvussu nógv koma. Tekning hjá Jákup Olaf, samskipara, á telefon 590707 ella [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder