Høvuðsavbjóðingin hja Vága Kommunu er, at kommunan skyldar næstan eina álíkning. Ein álíkning er øll skattainntøkan í eitt ár.
Lógin ásetur, at kommunur ikki kunnu skylda meira enn eina álíkning og tí fær Vága Kommuna ikki gjørt nakra lánifíggjaða íløgu um skattainntøkan er tann sama.
Soleiðis sum kommunan hevur verið rikin seinastu árini, hevur skattainntøkan akkurát klárað at borið verandi rakstur og lánibyrðu.
Tað vil siga, at um Vága kommuna ynskir at fáa eit vet av fíggjarligum rásarúmi, so mugu skattainntøkurnar økjast, skuldin minkast ella sparingar gerast í rakstrinum, og harvið økja uppsparingina.
Sum tey á hinum listunum í heilum hava víst á, so er nokk at gera, bæði av nýgerð og viðlíkahaldi, tí eru sparingar í rakstrinum kanska ikki eitt hugskot, men møgliga er okkurt, sum kann gerast meira skynsamt, enn tað verður gjørt í dag.
Hyggja vit so at hinum faktorunum, skattainntøkunum og skuldini. So meti eg, at tað verður trupult at rinda skuldina skjótari niður, um skattainntøkurnar ikki verða øktar ??? hetta grundað á, at nógv liggur á láni í rakstrinum og sum nevnt omanfyri, so klára vernadi skattainntøkur akkurát at bera verandi rakstur og lánibyrðu.
So er spuringurin, hvussu kunnu skattainntøkurnar økjast?
Vinnan má hava bestu karmar og ynskiligt er at fáa lív í við kajkantin. Kunnu vit t.d. fáa ferðavinnuskip at koma á Miðvág?
Tað má vera lokkandi at seta búgv, soleiðis at vit kunnu fáa fleiri at hjálpa okkum at lyfta. Tvs. at vit mugu hava grundstykkir ??? og fyri at gera tað lokkandi, burdu vit havt tey so bílig sum gjørligt. Vit mugu hava skattatrýst, sum ger tað lokkandi at flyta til Vága kommunu umframt at tað skal loysa seg at arbeiða. Harafturat má kommunan hava kappingarfør barnagarðsgjøld.
Skattin niður ??? grundstykkir altíð tøk
Set X við lista A Fólksinslista
Jóanis Albert Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald