Politikkur

Skattaumlegging er neyðug

...

2015-08-28 23:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boð uppá umlegging av skattinum, og hvussu langtíðar haldførið hjá landskassanum kann betrast.

Føroya Arbeiðsgevarafelag gevur við hesum sítt íkast til eina skattaumlegging. Allir politisku flokkarnir tykjast vera samdir um, at føroyski inntøkuskatturin er ov høgur. Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera gleðiligt, og sær fram til, at lønarskatturin verður lækkaður. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at kjakið í ov lítlan mun hevur snúð seg um, at føroyska skattaskipanin má vera meira kappingarfør við skattaskipanirnar í grannalondunum. Málið má verða, at føroyska samfelagið gerst kappingarført um at draga arbeiðsmegi og kapital til landið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyskari vinnu er, at tað skattliga loysir seg betri at átaka sær arbeiðið uttanlands heldur enn í Føroyum. Felagið heitir tískil á politisku umboðini, at tey í skattaumleggingini seta sær sum mál, at føroyska samfelagið gerst kappingarført um arbeiðsmegina, soleiðis at tað ikki er skatturin, sum er orsøkin til, at starvsfólk velja at arbeiða uttanlands. Somuleiðis at íkastið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag verður tikið við í arbeiðinum.

Langtíðar haldførið hjá landskassanum hevur eisini verið nógv umrøtt í valdystinum. Hetta er eisini eitt týðandi mál at loysa, um vit skulu tryggja føroyska borgaranum og vinnuni forútsigiligar karmar í framtíðini.

Sjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu lesast her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder