2015-08-31 14:04
Vit vilja lækka skattin hjá lág- og miðalløntum og her skulu pensjonistar sjálvandi hava sín lut.
Okkara eldru hava skapt okkum samfelagið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at tryggja teimum eitt gott og virkið lív á eldri árum.
Skattalætti skal latast til penjonistar og vit vilja harafturat tryggja, at tað loysir seg at arbeiða hjá okkara eldru. Mótrokningin má broytast.
Men vit vilja eisini tryggja, at hond verður tikin um fólk, sum eru slitin av tungum arbeiði áðrenn pensjónsaldur.
Vit vilja taka burtur hjúnabandsrevsing í pensjóns- og almannalóggávu.
Vit vilja fjølltátta bústaðarmøguleikarnar hjá teimum eldru.
Jørgen Niclasen
Valevni Fólkafloksins???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald