Politikkur

Skattalætti til øll lág- og miðallønt

...

2015-08-21 02:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit vilja, at eingin lág- og miðalinntøka skal rinda meir enn 30% í skatti.

Vit ynskja at lækka skattin á lág- og miðalinntøkum, við at veita ein hægri botnfrádrátt. Tað kemur serliga teimum allar lægst løntu til góðar. Vit vilja eisini lækka skattastigan, so at lág- og miðal lønt ongantíð rinda meira enn 30%.

Vit hava stóran vøkstur í samfelagnum. Í ár sær út til at seta met, har skattainntøkurnar hjá landi og kommunum veksur við yvir 8%. Hetta eru rættuliga stórar upphæddir.

Tað er fólkið, sum hevur skapt vøksturin, og tí skal fólki eisini hava sín part av vøkstrinum. Tí vilja vit, at triðingurin av vøkstrinum skal til betri vælferð, triðing til at rinda skuld og triðing til skattalætta.

Her tosa vit bæði um land- og kommunuskatt.

Jørgen Niclasen

Valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder