Politikkur

Skattalætta til miðal- og láglønt ??? N??

...

2015-08-09 01:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðal- og láglønt skulu hava skattalætta N??.

Henda skattalættan fíggja vit við at brúka tann vøkstur, sum hevur verið . Vit býta vøksturin í trí og brúka 1/3 til framhaldandi at betra um vælferðina, 1/3 til at rinda skuld niður við og 1/3 til skattalætta til miðal- og láglønt.

Hesin lættin til miðal- og láginntøkurnar skal ikki ávirka tey, sum fingu ágóðan av flatskattinum. Tey skulu ikki rinda meir í skatti av hesi orsøk. Tað skal framvegis loysa seg hjá teimum at arbeiða meir. Tað skal framhaldandi loysa seg at fara uttanlands at nema sær útbúgving uttan at koma heimaftur til Føroya fyri at blíva undirdýktur í skatti. Tað er ikki hugaligt at vera uttanlands í áravís í útbúgvingarørindum fyri síðani at koma heimaftur og blíva knokkroyttur í skatti.

Tað skal verða lokkandi hjá okkara lærda ungdómi at koma heimaftur at virka her.

Málið hjá okkum er skattalætti til miðal- og láginntøkurnar. Vit vilja veita lætta til sjúkrasystrar, reingerðingsfólk, heilsuhjálparar og annað starvsfólk í heilsuverkinum, sum ikki merktu nóg nógv til flatskattin. Arbeiðsmaðurin, flakakvinnan, hondverkarar, smiðir og onnur skulu eisini fáa tað lættari.

Miðal- og láglønt skulu ongantíð gjalda meira enn 30% í skatti.

Fólkaflokkurin er soleiðis enn ikki komin á mál í arbeiðnum at gera tað liviligari í Føroyum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder