Politikkur

Skattalætta heldur enn keyp av almennum bygningum

...

2016-06-07 05:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fremsta uppgávan hjá eini kommunu og hjá einum kommunalpolitikara er at umsita skattaborgarans pening á skilabesta hátt.

Nógvir batar eru at hóma í okkara høvuðsstaði. Tað fegnast vit um. Spurningar reisa seg tó, um tað í løtuni ikki verða óneyðuga nógvir almennir bygningar keyptir fyri 100 tals mió. Talan er um bygningar, sum man ikki hevur gjørt sær nóg greitt, hvat teir skulu brúkast til.

Tað kann vera ein skilagóð íløga at keypa almennar bygnignar, men tá man ikki hevur gjørt sær nóg greitt frammanundan, hvat hesir skulu brúkast til, er spurningurin, um man hevur umsitið skattaborgarans pening nóg væl. Taka vit keypið av Bank Nordik bygningunum, so kostaðu teir skattgjaldarunum út við 100 mió. krónur, og enn tykist ikki greitt, hvat hesir bygningar skulu brúkast til. Hetta er ikki nøktandi.

Til samanberingar, so kostar eitt skattaprocent í Tórshavnar kommunu umleið 30 mió. Uttan iva hevði ein skattalætti á 1-2 % ligið munandi betur í lummanum hjá hart sperdum barnafamiljum í høvuðsstaðnum enn keypið av hesum almennu bygningum. Ella í øðrum lagi at hækka kommunala barnafrádráttin enn meira.

Trivnaðurin i eini kommunu er bert góður, um familjan og borgarin hava tað gott. Hóast batar eru gjørdir hjá eitt nú barnafamiljum í kommunini, so sita nógvar barnafamiljur enn ógvuliga hart í tí fíggjarliga. Mong teirra eru komin heim aftur eftir loknan lesnað, hava dýr lestralán at gjalda, hava fingið síni fyrstu børn og hava spent seg hart fyri við dýrum húsalánum.

Vit eiga fyrst og fremst at hugsa um, hvussu tann einstaka familjan og tann einstaki borgarin hava tað. Vit eiga at gera alt tað, vit eru ment til tess at gera tað liviligt hjá øllum at búleikast í kommunini og ikki minst geva teimum fíggjarligu ráðini til eisini at kunna nýta gott av øllum teimum mongu tilboðum, sum kommunan í dag veitir.

Hetta vil Havnar Framburðsfelag saman við valevnum floksins virka fyri til komandi býráðsval.

Havnar Framburðsfelag, felagið fyri framburði í Havn.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder