2017-11-22 22:00

Sands Kommuna hevur í kvøld samtykt fíggjarætlanina fyri 2018.
Kommunuskatturin verður 21% og barnafrádrátturin verður 8.500kr pr/barn.Niðurgjaldingin av langtíðarskuld heldur áfram við 1 mió kr í 2018, og verður brutto skuldin tí 11,5 mió kr á nýggjárinum 2018/19.
Uppskotið vísur eitt hall á 2,485 mió kr sum verður tikið av innistandandi, sum um ársskiftið 2017/18 verður áleið 7 mió kr.
Íløgurnar í uppskotinum eru settar til 5,350 mió kr.
Íløgur í útstykking, útvegan av lendi, Brandstøð 1 mió kr, Fríðkan av trivnaðarøkjum, o.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald