Politikkur

Skattainntøkurnar hækkaðar 350 mió kr síðan flatskattin

...

2015-04-24 19:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Serliga kommunurnar hava merkt munandi inntøku hækking av flatskattinum, meðan landskassin fær í ár nærum líka nógvar skattainntøkur, sum áðrenn flatskattin.

Seinasta árið við tí progressiva skattinum, í 2011, rindaðu føroyingar 2.882 mió. kr. í skatti tilsamans.

Árið eftir gav hin nýggi ???flatskatturin??? landi og kommunum 2.658 mió. kr. íalt, t.e. 224 mió. kr minni enn árið fyri.

Goragangurin var øðiligur, tí andstøða og vinstrapressa (serliga KVF) hildu uppá, at landskassin fór á ørmundarhús. Men longu í 2014 var samlaða skattainntøkan aftur uppi á næstan somu upphædd, nevniliga 2.853 mió. kr.

Í ár fáa land og kommunur yvir 100 mió. kr. meir í samlaðum skattum enn fyri 4 árum síðan og einki minni enn 350 mió. kr. meiri enn í 2012, tað fyrsta árið við flatskatti.

So nógv hevur flatskatturin eggjað fólki til at arbeiða meiri, tí allir løntakarar eiga meiri av lønini fyri sítt arbeiði við flatskatti enn eftir gomlu skipanini.

Stabbamyndin omanfyri vísir umframt vanligu skattainntøkur hjá landi og kommunum eisini, at forskattingin av pensjónum hevur ikki minkað um hesa inntøkukeldu hjá tí almenna. Tvørturímóti kasta pensjónirnar 72 mió. kr. meiri í skatti av sær í ár enn fyri 4 árum síðan. Tað er eisini natúrligt, tá ein hevur í huga, hvussu skjótt pensjónsgjøldini vaksa frá ári til árs. Pensjónsinntøkurnar verða í dag latnar kommunum til rinda fyri eldraøkið. Inntøkan er vaksandi eins og talið av eldri.

Flatskatturin man vera hitt besta, sum kundi henda føroyingum, búskapi Føroya, landi og kommunum. ??ll eru vorðin ríkari, tí tað loysir seg betur nú at arbeiða, og tey mannskaptu virðini eru tískil størri enn nakrantíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder