Politikkur

Skattafrádráttur á umvæling og viðlíkahald

...

2015-08-10 01:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samansetingin av verandi bústaðarmarknaði ger, at fólk fyrst og fremst búseta seg í sethúsum. Hetta vísur kanningin Manntal (2011) eisini, har 80% siga seg búgva í sethúsum.

Við verandi húsaprísum í Havn kostar eitt ???handverkaratilboð??? lættliga 2 mió kr. Hetta hevur við sær, at nýstovnaðar barnafamiljur mugu seta seg í stóra skuld, fyri at fáa egið tak yvir høvdið. Harafturat kemur tilfar v.m. til umvælingar og viðlíkahald.

Sethús krevja viðlíkahald fyri at vera verandi í góðum standi og til at búgva í. Viðlíkahald er eisini við til at halda peningaliga virðinum á sethúsum uppi. ??neyðugt at siga, men at halda eini hús er dýrt og krevur orku.

Sjálvur eri eg í hesi støðu sum familjumaður og lutfalsliga nýggjur á bústaðarmarknaðinum. Tí kann eg av royndum siga, at tað hevði lætt munandi um viðlíkahaldsskyldurnar, um ein ásett upphædd kundi verið drigin frá í skatti av tí, ið eg brúkti uppá at halda húsið í góðum standi.

Um upphæddin til dømis verður ásett til kr. 25.000, verður tað mest loyvda upphædd, ið ein kann trekkja av árliga.

Danir hava eina líknandi skipan, har alt viðlíkahald, ið ikki hevur ein ???grønt??? endamál, ikki er við í frádráttinum, men inntil Føroyar fáa eina heildarætlan við hvat vit ætla yvirskipað á tí grøna økinum, vil eg meta, at ein meira generel skipan kann setast í verk í Føroyum.

Ein frádráttur í skatti til umvæling og viðlíkahald vil hava fleiri fyrimunir við sær. M.a. annað arbeiði til handverkarar, minkað um sannlíkindi av svørtum arbeiði o.s.fr. Eisini kann tað verða ein góð hjálp hjá teimum, ið vilja bøta um húsini, men ivast um tey hava ráð ella um tey skulu raðfesta øðrvísi.

Sólvit E. Nolsø
Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder