Lógaruppskot um, at fólk kunnu fáa skattafrádrátt fyri stuðul, ið tey lata til vælgerandi og alment gagnligt arbeiði, verður nú lagt fyri Løgtingið. Tað eru Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, løgtingskvinnur, ið leggja hetta fyri Løgtingið.
Endamálið við lógaruppskotinum er, at gera tað enn meira áhugavert hjá fólki at lata stuðul til vælgerandi og alment gagnlig endamál.
Í Føroyum eru nógv feløg og stovnar v.m., ið gera eitt stórt vælgerandi og alment gagnligt arbeiði, ið hevur týðning fyri sera nógv fólk og samfelagið alt. Millum mongu feløgini eru eitt nú Berin, Krabbameinsfelagið og Javni.
Fyri flestu av mongu feløgunum v.m. er galdandi, at meginparturin av virkseminum verður fíggjað við gávum og stuðli frá fólkum.
Í dag er støðan tann, at fólk, ið lata tílíkan stuðul, lata henda av skattaðari inntøku.
Við lógarbroytingini verður skattalógin broytt, soleiðis at fólk kunnu fáa frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri stuðul til vælgerandi feløg, stovnar v.m.
Tó er mesta upphædd, ið frádráttur kann latast fyri, 15.000 kr. árliga.
Væntandi fer lógaruppskotið at vera við til at økja áhugan fyri at stuðla vælgerandi og alment gagnligum virksemi, og harvið styrkja fíggjarliga grundarlagið undir teimum feløgum v.m., ið virka fyri vælgerandi og alment gagnligum virksemi ??? til gagns fyri alt samfelagið.
Lógaruppskotið verður formliga lagt fyri Løgtingið á komandi løgtingsfundi, mikudagin 25. februar.
Á Løgtingi, 24. februar 2015
Kristina Háfoss Sirið Stenberg
Løgtingskvinna Løgtingskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald