Ítróttur

Skarpur gangur um bronsuna, sum Danmark tók við 3-1 sigri

...

2014-11-03 00:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flogbóltssamband Føroya skrivar:

Danmark - Føroyar 3-1 (25-18, 25-21, 23-25, 25-23)


Eftir at hava tapt tvey tey fyrstu settini, og við rygginum móti múrinum við støðuna 22-18 til Danmark í triðja setti, reistu føroysku genturnar seg og javnaðu til 23-23, áðrenn tær vunnu settið 25-23 og útsettu avgerðina um bronsuna.


Og tað restaði eisini lítið í hjá Føroyum í 4. setti, har liðini skiftust um at vera á odda, men eftir støðuna 22-22 fór Danmark avgerandi frá og vann settið 25-23 og harvið dystin 3-1 og bronsuna í NEVZA meistaraskapinum 2014.

Fyrsta sett - haltandi í gongd
Í fyrsta hevði ikki gingið nakað serligt hjá Føroyum, sum haltaðu eitt fitt petti eftir Danmark at kalla alt settið. Skjótt fór Danmark bæði 4 og 6 bóltar framum, og hóast Føroyar bardu seg frá 7-13 upp á 10-13, so var yvirmaktin ov stór, og Danmark streyk aftur upp á 20-12, áðrenn settið varð vunnið við 25-18.

Annað sett - skarpur gangur
Annað sett tóktist at fáa eina líknandi gongd sum tað undanfarna, har Danmark skjótt kom upp á 6-2 og 9-4, áðrenn føroysku genturnar  høvdu gníggjað svøvnin úr eygunum og fóru at jagstra Danmark. Munurin minkaði alsamt og Føroyar komu upp á 10-11, tá Danmark tók Time-Out. 

Men Føroyar høvdu nú bitið seg fast og løgdu seg á odda 13-12 eftir blokk frá Súsonnu, og eftir tvær servur frá Evu førdu Føroyar eisini 18-17, tá Danmark aftur tók Time-Out.

Føroyar vunnu tó eisini triðja bóltin á rað og vunnu seg upp á 19-17 og tóktust at standa sterkar í álopinum. 

Men donsku genturnar vóru tó sera seigar í verjuspælinum og fingu bilbugt við fleiri av føroysku smashunum, og tá tær eisini høvdu kraft í sínum egnu smashum, so konu tær sterkt aftur og løgdu seg á odda 21-19 og 22-20.

Tá so Føroyar eisini mistu virðismikið stig eftir feiluppstilling gjørdist støðan 23-20 til Danmark, sum eisini vann teir báðar næstu bóltarnar, og harvið settið 25-20.

Triðja sett - við rygginum móti múrinum
Men føroysku genturnar høvdu prógvað fyri sær sjálvum, at tær kundu ganga dønum ein skarpan gang, og um hetta gekk sjón fyri søgn í triðja setti. 

Javnt gekk á at byrja við, og Føroyar vóru stavnin frammanfyri til støðuna 6-5, tá Danmark tók seg tveir bóltar framum, og við støðuna 10-9 til Danmark  tóktist stígur  vera komin í føroyska spælið, og Danmark hevði hug at draga avgerandi frá og legði seg framum 17-12. Tá støðan síðani gjørdist 20-15, fánaði føroyska vónin fyri bronsuni. 

Men tá tað sá allar truplast út, menti føroyska liðið seg rættiliga, og hóast Danmark kom upp á 22-19, so noktaðu tær føroysku at geva skarvin yvir og bardu seg upp á javnt við støðuna 23-23, tá Danir tóku Time-Out. Men lítið hjálpti, tí Føroyar vunnu eisini næstu tveir bóltarnar og settið 25-23!

Fjórða sett - Hitchcock
Fjórða sett var ikki fyri sartar sálir. Lítið og einki skilti liðini, og fleiri ferðir vóru Føroyar frammanfyri við einum ella tveimum; 4-3, 7-5, 8-6 og 9-8. Hóast Danmark vann næstu fýra bóltarnar, javnaðu Føroyar aftur til 12-12, og eisini til 15-15, eftir at Danmark hevði ført 15-13. 

Tað var eisini javnt við 18-18 og 22-22, eftir at liðini høvdu skiftst um at ført, áðrenn Danmark fekk matchbólt við 24-22. 

Men danska servan fór út! 

Tíverri fekk næsta føroyska servan somu lagnu, og Danmark vann settið 25-23 og harvið bronsuna í NEVZA meistaraskapinum 2014.

Føroyar gjørdust sostatt nr. 4 í kappingini. 



Finnland gull

Gullið tók Finnland eftir at tær í dag í finaluni vunnu 3-0 á Svøríki við settúrslitunum 25-15, 25-18, 25-19. 

Dystin um 5. plássið vann Noreg 3-2 á Íslandi;  25-12, 20-25, 20-25, 25-9, 15-7.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder