Politikkur

Skapandi vinna og íverksetan á dagskrá

...

2015-08-13 16:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingurin er eitt sera kreativt og skapandi fólkaslag. Hugflogið er stórt og hugskotini rúgvumikil hvørja ferð skipað verður fyri Skúla FM í íverksetan, Start Up ráðstevnum o.s.fr.

Ikki minni er skaparahugurin tá talan er um sokallaða Skapandi vinnuna, sum er millum skjótast vaksandi vinnugreinirnar í heiminum í løtuni.

Skapandi vinna er t.d. listahandverk, tónleikur, sniðgeving, byggilist, myndlist v.m.

Vit kenna øll Guðrun & Guðrun, Soulmade, Sniálvsdóttir, Elsa Bech, Mikkalinaglas, Silvursnið, Leila av Reyni, bara fyri at nevna nøkur heilt fá nøvn úr rúgvuni, sum gera seg galdandi og ríka okkum, samfelagið og búskapin vid teirra skaparaevnum og íverksetaralyndið. Ikki fyri at tosa um alla tað góði umrøðu tey geva Føroyum úti í heimi.

Sitandi samgonga hevur júst sett skjøtul á arbeiði til tess at skapa betri fortreytir og umstøður fyri Skapandi vinnuna.

Landsstýrið hevur sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot til politikk fyri skapandi vinnuna. Harumframt at gera heildarætlan við uppskotum til átøk, ið kunnu geva skapandi vinnuni umstøður at mennast og vaksa.

Fólkaflokkurin vil sum altíð arbeiða fyri at, vinnan fær umstøður og møguleikar fyri at menna seg. Hetta er fortreytin fyri framburði og vøkstri.

Sum fyrsta stig á leiðini vilja vit skipa eina vinnustovu, sum skal veita vegleiðing og hjálp til at stovna og reka egið virkið.

Vit síggja fram til at fremja tilmælini frá komandi heildarætlanini í verki, í samstarvi við skapandi vinnuna sjálva ??? tí vøkstur er vegurin til vælferð!

VEL M??GULEIKAR - VEL F??LKAFLOKKIN!

Ingvør Justinussen ??? Valevni Fólkafloksins til Løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder