FSF: Fjepparafelagið hjá A-landsliðnum, Skansin, er farið undir sínar fyrireikingar til dystin ímóti Grikkalandi.
- Vit ætla okkum at rópa, syngja og heppa á okkara landslið allan dystin, so teir veruliga merkja, at teir eru á heimavølli. Orðini eigur Andrass Thomsen, oddamaður í Skansanum, ið er fjepparafelagið hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.
???Skansin??? varð sett á stovn í september í fjør, og til dystirnar ímóti Finnlandi og Ungarn settu limirnir í Skansanum veruligt lív í áskoðarafjøldina á Tórsvølli. Og stendur tað til Andrass Thomsen, so verður aftur gott lív í, tá grikkar koma á vitjan um tríggjar vikur.
- Fyrireikingarnar til dystin móti Grikkalandi eru byrjaðar. Tað er av stórum týdningi, at tað, ið vit hava ætlanir um at gera undir dystinum, er rímuliga væl skipað, so hýrurin verður so góður sum tilber á áskoðaraplássunum.
- Vit fara at rópa og trumma, og har afturat verða nakrir hornblásarar eisini ímillum okkum, sigur Andrass Thomsen.
Í løtuni eru umleið 270 limir í Skansanum, men Andrass Thomsen vónar, at tey verða í minsta lagi 300, sum koma at halda til aftanfyri málið, og heppa á Føroyar.
Áðrenn dystin skipar Skansin fyri upphiting uttanfyri Tórsvøll. Á skránni verður grilling, andlitsmáling og ymiskt annað.
Tey, ið ynskja at gerast limir í Skansanum, kunnu melda seg til á Facebook-vanganum hjá felagnum:
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland verður á Tórsvølli leygardagin 13. juni klokkan 19:45.
Atgongumerki til dystin kostar einans 100 krónur, og kunnu keypast á heimasíðuni hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald