Nú styttist til landsdystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður tann 13. juni á Tórsvølli. Og ætlar man sær atgongumerki til dystin, so skal man gera skjótt av, tí í dag klokkan 14:30 vóru tað bert 292 atgongumerkir eftir til dystin, upplýsur Hans Erik Danielsen hjá FSF fyri JN.fo. So væntast kann at tað verður útselt á Tórsvølli tann 13. juni. Tórsvøllur tekur 5.000 áskoðarar.
??ll atgongumerkini til Skansan eru seld, upplýsur Andrass Thomsen stigtakari fyri fjepparafelagið. Tað eru pláss fyri 288 áskoðarum á Skansanum. Skansen heldur til aftanfyri málið av sunnaraendanum á Tórsvølli. Andrass sigur, at landsliðið kann rokna við góðum uppbakningi til dystin.
Her eru nakrar reglur fyri Skansan.
- Á Skansanum stendur man uppi allan dystin
- Á Skansanum rópar og stuðlar man landsliðnum allan dystin
- Á Skansanum syngur man við
- Á Skansanum møtir man helst í hvítari troyggju
- Á Skansanum er tað free seating
- Á Skansanum er 15 ára aldursmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald