JN

Skálafjørðurin 20. juni 1940

...

2015-08-01 00:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Torbjørn Jacobsen skrivar á Facebook:

Skálafjørðurin 20. juni 1940. Tá fór fram ein hending á fjørðinum, sum tað sama kundi havt tað við sær, at Sviaríki slepti uttanveltaðu støðu síni, og ístaðin gjørdist sameint við týskinum undir seinra heimsbardaga ímóti teimum sameindu.

Var so heppin at fáa sendandi eitt norskt maritimt magasin við postinum ímorgun, sum gjølla greiðir frá hesi hending. Mong hava hoyrt um svensku herskipini, sum lógu á fjørðinum, sviar høvdu keypt tey úr Italia, men eg vitsti satt at siga ikki, at viðurskiftini vóru so dramatisk.

Sviar høvdu boð um at berjast "for Flaggans heder og kamp til siste mann." Ráð vóru hildin ímillum skipini, og tað endaði við, at Torsten Hagman yvirgav seg í spentu støðuni ímillum sviar og bretar á Skálafjørðinum hendan dagin.

Seinri bleiv hann settur fyri ein krígsrætt, fyri at at hava verið ólíðin mótvegis standandi boðunum frá svensku herleiðsluni um aldri at yvirgeva seg. Fyri ikki at hava vart seg til seinasta mann. Kommandørkapteynurin varð kortini fríkendur í krígsrættinum.

Harðrenda støðan hjá bretum hendan dagin var ikki ein støða, sum admiralitetið í London hevði tikið, boðini komu frá Churchill sjálvum, sum í teimum døgum var í rættiligum krígshumøri. Hann hevði tá bara sitið sum premierministari í ein stóran mánaða, og neyðugt var at vísa rástyrki, nú hann var oddviti hjá øðrum partinum í einum heimsstríði.

Sambært frágreiðingini høvdu sviar ikki havt ein livandi kjans ímóti bretsku skipunum, sum í allar mátar vóru betur útgjørd, og bara høvdu brúkt eina løtu at gjørt av við skipini og tey 600, sum mannaðu tey hendan summardagin á Skálafjørðinum í 1940.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder