Ítróttur

Skála vann á B36

...

2016-03-12 21:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tvífaldaðu FM vinnarnir úr Havn, B36, vórðu í kvøld á vitjan hjá uppflytarnum av Skála.  B36 var undan dystinum stór favorittur at vinna dystin.


Skála legði hart út, og longu eftir tríggjar minuttir kundi Álvur F. Christiansen leggja Skála á odda 1-0 móti B36. B36 royndi at trýsta, men hálvleiksstøðan var 1-0 til Skála.

Sama gongd var í seinna hálvleiki, B36 royndi at trýsta, og vórðu eisini fleiri ferðir nær við at skora, men einki mál kom afturat í dystinum. Skála vann 1-0 á B36.

Tað komu 8 gul kort í dystinum, Skála fingu 6 av teimum, og B36 2.

Í morgin eru fýra dystir á skánni. 
B68 - TB kl 16
KÍ - NSÍ kl 15
HB - Víkingur kl 15
ÍF - AB kl 16

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder