2015-03-13 20:12
KVF.fo skrivar:
Ein maður, sum arbeiddi í Eik Banka, er dømdur fyri peningasvik og mandatsvik, heimildarsvik, fyri hálva aðru millión krónur móti bankanum.
Maðurin fekk tvey ára fongsulsrevsing í Føroya rætti. Men tað mesta av dóminum er tó treytað, tríggir mánaðir eru treytaleysir.
Harafturat skal maðurin rinda Eik eina millión og 250.000 kr. í endurgjaldi, og hann skal gera samfelagstænastu í 275 tímar.
Maðurin játtaði seg sekan, og hann tók við dóminum, sigur verji hansara, Christian Andreasen.
Lógarbrotini, sum maðurin varð ákærdur fyri, vórðu framd í tíðarskeiðinum desember í 2010 til juli í 2012.
Eik Banki meldaði mannin til løgregluna, og hann misti arbeiði sítt í bankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald