 
 Nú er "Skakandi tilburðir" 9 útkomin. 15 ótrúligar hendingar eru í bókini.
Bókin er 135 blaðsíður og innbundin. 79 litmyndir og 17 tekningar, sum vísa hendingarnar.
Hendingarnar eru av alskyns slagi:
 Kavari úr Fuglafirði, sum kemur í neyð á havbotninum.
 Um ein hund í Stóru Dímun, sum bjargaði smádreingi frá at detta útav eggini.
 Marjus Dam, sum kemur í dýrastu neyð, meðan hann koyrir og eldur brádliga kemur í bilin og bremsurnar svíkja.
 Um blinda kvinnu, sum dettur niður á jarnbreyt.
 Ein hending tá maður úr Skúgvi fór á glið í bjørgunum, steðgaði tá annað beinið hekk út av eggini.
 Sera áhugaverd søga tá jarðskjálvti rakti Vág og hvussu bygdin var skakað av ógvusligu ristingunum.
 Um mann, sum fekk hjartastopp á víðum havi.
 Ein hending har hemari breyt hol upp gjøgnum maskinbát, og menninir vóru í størstu neyð.
 Um tá Heldarstindur fekk sinoppsgass í trolið.
 Fyrrverandi løgtingsformaðurin Jógvan I. Olsen, tá ið hann á sínum fyrsta túri sum skipari var um at ganga burtur.
 Um skaðabrimið í Skálavík.
 Um syndarliga bátsvanlukku í Hvannasundi.
 Aðrar spennandi hendingar eru eisini.
 Seinasta ár bleiv bókin útseld eftir stuttari tíð.
 
 
Ungfólk, sum samla sær pengar til ymsar verkætlanir (ítróttar- og tónleikatúrar) koma at selja bókina í húsasølu, umframt at hon verður at fáa í bókasølunum.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald